Arbeiðsloysið er minkað aftur

Men gongdin er kortini tann, at sum heild er arbeiðsloysið hækkað aftur so spakuliga

Í oktober í fjør var arbeiðsloysið 1,3 prosent, og tað er nakað minni enn tað hevur verið fyrr í árinum. Síðani koronufarsóttin rakti í mars hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,9 prosentum, men nú er tað so minkað aftur nakað aftur, sigur Hagstovan í eini uppgerð.

Eitt arbeiðsloysið upp á 1,3 prosent, svarar til 393 fulltíðararbeiðsleys. Í oktober í 2019 var arbeiðsloysið 0,9 prosent, so hóast tað er minkað aftur síðani korona rakti, er gongdin kortini tann, at sum heild hevur arbeiðsloysið kvinkað upp eftir

Í oktober var arbeiðsloysið 1,2 prosent hjá monnum og 1,5 prosent hjá kvinnum, so munurin er vaksin nakað aftur, tí í oktober í 2019 var arbeiðsloysið 0,8 prosent hjá monnum og 0,9 prosent hjá kvinnum.

Annars er rættiliga stórur munur á, hvussu hart tey ymsu økini í landinum eru rakt av arbeiðsloysið. Í oktober var arbeiðsloysið hægst í Vágum, har tað var 2,1 prosent, og tað var lægst í Norðoyggjum har arbeiðsloysið bara er  0,7 prosent. Í Suðuroy, sum hevur verið hart rakt av arbeiðsloysið, er støðan lutfalsliga batnað nógv, tí har er arbeiðsloysið tvey prosent, har tað fyrr í ár var meiri enn tríggjar ferðir so høgt, sum í restini av landinum sum heild.

Tølini hjá Hagstovuni vísa eisini, at 12,5 prosent av teimum arbeiðsleysu, eru langtíðararbeiðsleys, tað vil siga tey høvdu verið arbeiðeiðsleys í meira enn eitt ár. Í Sama mánað í 2019 vóru 15,9 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys.