Norrøna á Havnini við tekniskum breki

Norrøna skuldi fara suður til Vágs klokkan 19:00, men liggur enn á Havnini.

Eitt av ferðafólkunum sigur við in.fo, at skiparin fyri løtu síðani hevur boðað frá í hátalarunum, at Norrøna hevur ein tekniskan trupulleika, og tí ikki hevur loyst enn, men framvegis liggur við bryggju í Havn.

Hendan seinkingin kemur oman á, at túratalið hjá Norrønu í suðuroyarsiglingini hevur verið, og er, nógv skert.

in.fo fylgir við støðuni.