Arctic Voyager slapp sjálvt av aftur

Arctic Voyager slapp við egna maskinorku av aftur í nátt, eftir at skipið hevði rent á land norðuri á Enni í Fuglafirði. Skipið liggur á Fuglafirði, og Brimil liggur hjá tí

Skipið var júst farið avstað úr Fuglafirði seint í gjárkvøldið, eftir at tað hevði landað. Komið eitt lítið sindur norður um nýggju Vónina broytti skipið kós og rendi á land. Hvat er hent, er ikki greitt. Brimil lá á Fuglafirði og fór beinanvegin til skipið.

Fýra mans vóru við, men eingin vandi er við manningini. Neyðarkall varð ikki sent út.

Áðrenn Arctic Voyager fór av aftur, var vatn pumpað úr skipinum, so at tað var lættari. Umframt Brimil kom Ziska úr Klaksvík eisini til Fuglafjarðar og var hjá, tá ið skipið sigldi av aftur.

Sjóbjargingarstøðið upplýsir, at alt gekk væl. Kvarar frá Brimli hava veið niðri og kannað skipið.