Arkitektadagur í gjár

Arkitektafelagið skipaði í gjár fyri árliga arkitektadegnum. Evnið hesaferð var "Nemandi arkitekturur", har dentur varð lagdur á nýggjar skúlar

 

 

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

Dagurin varð í Perluni í Tórsgøtu í Havn. Formaðurin, Svend Sivertsen, bjóðaði vælkomin, og Annika Olsen, borgarstjóri, setti dagin.

Hetta er 10. árið á rað, at skipað varð fyri arkitektadegnum.

Umframt at framsýning var í Perluni, har ymiskir skúlar vórðu sýndir fram, varð farið at hyggja eftir nýggja Musikkskúlanum í Havn, har Kári Dal-Christiansen frá Kontrast greiddi frá, Skúlanum á Fløtum, har Ragnar Zachariassen frá Zeta arkitektum greiddi frá og nýggja H-bygningningin á Landssjúkrahúsinum, har Nina A. Arge frá Selmar Nielsen Arkitektar greiddi frá.

Mynd: torshavn.fo