Árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni

Í kvøld 15. desember klokkan 20 verður árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni.

Umframt Klaksvíkar Hornorkestur luttaka Danny & Símun og Kirkjukórið í Christianskirkjuni.

Á skránni eru góður horntónleikur, kendir jólasálmar, sangir og felagssangur.

Marjun Lómaklett, prestur, hevur andakt, siga tey úr Klaksvíkar Hornorkestri.