Árligi fólkafundurin á Skarðinum verður sunnudagin

Sunnudagin 11. august klokkan 15:30 verður árligi fólkafundurin á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar. Í ár verður tað Sonja Jógvansdóttir, ið heldur røðuna

Frá fólkafundi á Skarðinum eitt av undanfarnu árunum

Frá fólkafundi á Skarðinum eitt av undanfarnu árunum

Á nógv ár hevur fólkafundur verður hildin á Skarðinum í Fuglafirði. Tað er kunningarstovan í Fuglafirði, ið skipar fyri.

Eins og hini árini verður eisini felagssangur og hugni, og Kunningarstovan heitir á fólk um at hava matpakka og okkurt drekkandi við.

Eftir sjálvan fólkafundin er góður møguleiki at halda á niðan á Altarið ella á Borgina aftaná felagssangin.

Til ber at ganga sjálv, ella at ganga í bólki frá Kunningarstovuni í Fuglafirði klokkan 14.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Frá fólkafundi á Skarðinum eitt av undanfarnu árunum