Árni Dam er farin

Tíðliga í morgun andaðist Árni Dam, 84 ára gamal. Seinastu vikurnar hevur hann ligið á Landssjúkrahúsinum, og fyrrakvøldið gjørdist hann ógvuliga ússaligur. Í morgun orkaði lívsglaða og vinarliga menniskja, sum Árni Dam var, ikki meira.

 

 

Árni Dam var ættaður úr Vestmanna, sonur Mathildu og Viggo í Skúlanum.

Á heysti í 2017 var hann eisini illa sjúkur, tá hann eftir skurðviðgerð fyri krabba, fekk ymiskar aðrar trupulleikar at dragast við. Eftir nakrar mánaðir sjúkralegu í Danmark kom hann heim til jólar í 2017 við sjúkraflogfari, og tá væntaði familjan ikki, at hann fór at koma fyri seg aftur. Men, Árni Dam hevði ein kolosalan lívsvilja og kom aftur á føtur. Hvørja ferð, baksláttur var á lívsleiðini eftir 2017, ernaðist hann aftur og kom fyri seg.

Men, í morgun var so fjørðurin hjá hesum dámliga manni rógvin.

Árni Dam varð føddur hin 29. august í 1936. Saman við konu síni, Marionnu, sum er nøkur ár yngri, eiga tey børnini, Janus, Mathildu og Niels Una. Heimið hjá familjuni var á Landavegnum 70, men fyri nøkrum árum síðan keyptu Árni og Marianna íbúð á Heimasta Horni. Árni var glaður fyri at búgva her - ikki minst, tí útsýnið er sera gott, og her sá hann skipini koma og fara.

Nú Árni Dam fór, var hann bæði russiskur heiðurskonsul í Føroyum, og hann var framvegis nevndarlimur í Faroe Agence, sum hann var við til at stovna í september í 2004. Hann var eisini stjóri í Faroe Agency fram til 2011. Hóast hann formelt var farin frá sum stjóri vegna aldur, var hann nógv inni á gólvinum á Faroe Agency, har hann tók hond um ymiskt og eitt nú syrgdi fyri, at túnið var reint og nossligt.

Skotbráið, sum hansara starvsfelagar geva honum, er, at Árni Dam altíð hevur verið ein klettur í fyritøkuni og eisini nú, hann ikki var stjóri meira, hevði hansara stuðul í Faroe Agency stóran týdning. Hann var góður í ráðum, og tú visti altíð, hvar tú hevði hann.

Árni Dam var álitismaður, sum helt tað, hann lovaði. Hann var vinur við øll, og hann hugsaði nógv um onnur. Samstarvspartar - bæði heima og úti - høvdu stórt álit á honum, og starvsfelagar kendu stóran stuðul í honum. Eingin uppgáva var ov stór, og eingin var ov lítil.

Í mong ár hevur hann gingið á odda at savna inn jólapakkar til russisk sjófólk, ið sigla um okkara leiðir, soleiðis at hesi fólk, sum eru so langt og leingi heimanífrá, eisini skulu kenna ein fløva um jólini. Hetta arbeiði gjørdi hann eisini nú til seinastu jól. 

Árni Dam fylti nógv, og nú hann er farin, verður hann saknaður av mongum. Longu í morgun, nú frætt er um deyðsboðini av hesum fantastiska menniskja, hava tey á Faroe Agency fingið nógvar samkenslukvøður, bæði úr Føroyum og uttanlands. 

Føroyar vóru fyrsta land í heiminum, sum gjørdu eina sínámillum fiskiveiðiavtalu við Russland, og eftirtíðin hevur víst, at hetta samstarv so sanniliga hevur verið Føroyum og føroyskari vinnu at gagni gjøgnum mong ár. Árni Dam er ímyndin av drúgva samstarvinum millum Føroyar og Russland, sum hevur røtur heilt aftur til hin 27. juni í 1947, tá Skipafelagið Føroyar gjørdist umboð fyri russisku skipini um okkara leiðir.

Fyrstu ferð, at Árni Dam sjálvur hevði nakað við Skipafelag Føroya at gera, var í 1960, meðan hann gekk í skúla. Tá loysti hann av umborð á Tjaldrinum onkra summarferiu og eisini onkra jólaferiu, og hann var eisini á hemaraveiði við Baki í Kanada í 1962.

Árni Dam byrjaði í føstum starvi sum stýrimaður hjá Skipafelag Føroya í 1963, og árið eftir gjørdist hann skipari umborð á Skúgvi. Hetta var frystiskip, og teir sigldu eitt nú yvir til Amerika við flaki. Árini 1965, 1966 og 1967 sigldi hann sum stýrimaður við Tjaldrinum, og her endaði hann sum 1. stýrimaður.

Meðan hann var við Tjaldrinum, var Árni Dam av og á umborð á teimum smærru skipunum hjá felagnum og loysti av sum skipari. Seinni var hann eitt nú við Bliki í Íslandi.

Árni Dam sigldi øll árini fram til 1974, tá hann kom inn á skrivstovuna hjá Skipafelag Føroya at arbeiða, og tað gingu bert fá ár, til tað gjørdist partur av hansara arbeiði at taka sær av russisku skipunum og manningunum í Føroyum.

Samstarvið við russar gjørdist soleiðis fastur partur av hansara arbeiði í endanum av sjeytiárunum, og Árni Dam átti eisini sín stóra leiklut í tí samstarvi, sum fekst í lag millum føroyskar skipasmiðjur og russisk reiðarí um skipaumvælingar í Føroyum.

Ærað verður minnið um merkismannin, Árna Dam.