Articon ger klárt á Drelnesi

Nýggi hvalbiartunnilin nærkast.

Seinastu dagarnar hevur Articon arbeitt við at gera økið klárt á Drelnesi, har skúrar eru settur upp og arbeiðslega tekur skap við skúrum at búgva í, skrivstovum og øðrum.

 

Hetta  veit Suðurrás at siga.

 

Vestanfyri oljutangarnar hjá Effo hevur Articon sett upp betonblandistøð, soleiðis at eisini hesin parturin er klárur, tá rættilig gongd kemur á nýggja Hvalbiartunnilin, sum Articon skal gera, skrivar sudurras.fo, har fleiri myndir eisini eru at síggja.