AstraZeneca sterkari enn Pfizer á einum øki

AstraZeneca hevur góð úrslit í nýggjari kanning

Nýggj kanning í Skotlandi kemur til ta niðurstøða, at koppingarevnið hjá AstraZeneca er betur enn Pfizer til at forða fyri sjúkrahúsinnleggingum orsaka av koronu.

Tað kemur fram í nýggjari vegleiðing frá danska Heilustýrinum, ið TV2 endurgevur.
Higartil hevur Heilsustýrið mælt til, at vaksinan frá AstraZeneca verður brúkt til fólk undir 65 ár, tí nóg góð prógv vóru ikki fyri, at vaksinan hjálpti fólki yvir 65 ár nóg væl.

Kanning í Skotlandi vísir nú, at AstraZeneca er betur enn Pfizer, tá ið tað kemur til at forða fyri álvarsomum koronuinnleggingum.

– Úrslitini í Skotlandi eru gleðilig. Tey vísa, at talið á fólki, ið mugu innleggjast á sjúkrahús við koronu, fall munandi – eisini millum eldri fólk, sigur Bolette Søberg, eindarleiðari í Heilsustýrinum í einum tíðindaskrivi.

Kanningin í Skotlandi vísir, at vaksinan hjá AstraZeneca minkaði um talið á innløgdum koronusjúklingum við 94 prosentum. Fyri vaksinuna hjá Pfizer/BioNTech var minkingin 85 prosent.

Kanningin í Skotlandi hevur við sær, at eitt nú Region Hovedstaden í Danmark fer undir at brúka AstraZeneca vaksinuna. Tað hava tey annars noktað fyri.