Átjan úrmælingar í ítrótti hava fingið stuðul

Her eru ítróttarfólkini, sum hava fingið stuðul

Nevndin í Úrvali hevur nú játtað 18 umsóknum um stuðul til úrvalsítrótt. Tað merkir, at 18 einstaklingar, og lið, hava fingið tilsamans 1,87 milliónir í stuðuli í ár. Men korona hevur við sær, at eingin almenn handan verður í ár

Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 18 umsóknir játtandi svar, og tað eru bæði stuðul til einstaklingar og lið. Tann størsti, einstaki stuðulin er 400.000 krónur, og tær lægstu stuðulsupphæddirnar eru 30.000 krónur.

Svimjingin fær tilsamans 450.000 krónur og Hondbóltssambandið hevur fingið 400.000 krónur til U19-landsliðið hjá monnum. Fimleikurin fær tilsamans 360.000 krónur, taekwondo fær tilsamans 350.000 krónur, Flogbóltssambandið fær tilsamans 200.000 krónur til U17/19 landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum. Tað eru 100.000 krónur til hvørt liðið. Og so fær frælsur ítróttur tilsamans 110.000 krónur. Í hesum sambandi er talan um beinleiðis stuðul til 14 úrvalsíðkarar og 4 lið, ella bólkar.

##med2##

 

Nevndin í Úrvali staðfestir at tað gongur fram á í úrvalsítróttinum og tað ber boð um, at sum heild er føroyskur ítróttur í stórari menning.

– Vit kunnu staðfesta, at støðið er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, hóast farna árið hevur verið trupult, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum, økist alsamt, sigur Ragnar Joensen, nevndarformaður í Úrvali.

Annars fingu tey 24 umsóknir um stuðul og tilsamans søktu tey um fimm milliónir krónur tilsamans.

Hesir einstaklingarnar, og hesi liðini, hava fingið stuðul í ár