Átta línuskip eru til fiskiskap

- Streymurin harðnar, sum vikan gongur, men veðrið verður gott, serliga fyrst í vikuni.

 

- Vit vænta, at tað verður nakað av útróðri í víkuni, og útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski.

- Vit vænta, at tað verður nakað av útróðri í víkuni, og útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski.

 

Fýra línuskip eru vesturi á Rygginum. Tey fáa mest av toski, svartkalva, blálongu og nakað av lira. Møguliga koma tvey av skipunum inn at landa síðst í hesi vikuni.

- Um tey ikki koma síðst í hesi vikuni, koma øll fýra í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini fyri hesa vikuna.

Umframt tey fýra línuskipini á Rygginum, eru trý skip eisini á landgrunninum. Tey fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Eitt línuskip fiskar eisini í íslendskum sjógvi.

- Væntandi kemur okkurt av hesum skipum inn at landa síðst í hesi vikuni.

Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin harðnar, sum henda vikan gongur, men veðrið verður gott, serliga fyrst í vikuni.

- So, vit vænta, at tað verður nakað av útróðri, og útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, verður lagt aftrat.

 

 

- Vit vænta, at tað verður nakað av útróðri í víkuni, og útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski.