Átta tvíburapør og eitt tríburapar í fjør

Á Landssjúkrahúsinum vóru 675 børn fødd í 2020 - harav vóru átta tvíburapør og eitt tríburapar

í 2020 vórðu  675 børn fødd á Landssjúkrahúsinum. 309 av teimum vóru gentur og 366 dreingir. Tað upplýsir Landssjúkrahúsið í dag. 

220 av mammunum áttu í ár fyrsta barnið, og 455 høvdu roynt tað áður.

Tað komu eisini átta tvíburapør og eitt tríburapar. 

 

##med2##

 

Eisini vóru nýggju ætlaðar heimaføðingar, tvær óætlaðar og tvær føðingar á veg inn á sjúkrahúsið.

Miðalvektin á øllum børnunum var 3685g. 30 prosent av teimum vigaðu fýra kilo ella meir.

Les eisini: Bogi og Inga skulu hava tríburar

Bláu nálirnar eru dreingir, og reyðu nálirnar eru gentir. Mynd: Landssjúkrahúsið