Ávara ímóti andlitsapp

Serfrøðingar ávara um, at appin sleppur framat tínum privatu myndum.

 

Nýggjasta dillan á sosialum miðlum, FaceApp, er eftir øllum at døma ikki harmleys.

Serfrøðingar ávara nú um, at FaceApp sleppur framat øllum myndasavninum á tínari telefon.

Gevur tú samtykki til nýtslutreytirnar í appini, fær hon harafturat loyvi til at goyma og endurnýta tínar privatu myndir.

FaceApp nýtir tilgjørdan vitleika, ella Artificial Intelligence, til at leggja filtur á andlitsmyndir, sum fáa teg at síggja elligamlan út. Hon kann eisini fáa teg at yngjast, og broyta títt kyn.