Ávara ímóti at fara í stríð um tey trý sjúkrahúsini

Politikarar eru ósamdir um, hvussu støðan skal uppfatast

 

 

Tók samgongan pengar frá Landssjúkrahúsinum og gav teimu smáu sjúkrahúsinum teir – ella er hækkaði játtanin so nógv, sum ongantíð áður.

Tað er ein spurningur, politikarar fingu eitt sindur av tíð at ganga við í Løgtinginum nú ein dagin.

Og tað kom rættiligur politikkur í spurningin, tí samgongan og andstøðan hava hvør sína uppfatan av tí.

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, fegnast um, at játtanin til sjúkrahúsini er hækkað. Men hon harmast almikið um, at samgongan í Løgtinginum ikki vildi játta Landssjúkrahúsinum ta játtanina, sum landsstýrið helt, at tað skuldi hava.

Hon sigur, at veruleikin er, at tey smáu sjúkrahúsini fingu hægri játtan enn Landsstýrið ætlaði, men afturfyri vórðu fýra milliónir skarvaðar av hjá Landssjúkrahúsinum.

Hon vísir á, at Klaksvíkar sjúkrahús fekk 3,5 milliónir meiri enn landsstýrið hevði ætlað og Suðuroyar Sjúkrahús fekk 3,1 millión.

Men aftur fyri fekk Landssjúkrahúsið fýra milliónir minni enn landsstýrið hevði ætlað.

Og hon vildi hava at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at greiða frá, hvørjar avleiðingar tað hevur havt fyri virksemið á Landssjúkrahúsinum.

Tað fekk hon onga beinleiðis frágreiðing upp á. Men tinglimir í samgonguni hildu, at hetta var ein undarligur máti at hyggja at støðuni.

Teir siga, at landsstýrið ætlaði, at Landssjúkrahúsið skuldi fáa eina hækking upp á 8o milliónir, men tað endaði við, at hækkingin varð 76 milliónir.

Sostatt harmast Ruth Vang um, at hækkingin ikki varð 76 milliónir ístaðin fyri 80 milliónir, siga tinglimir í samgonguni ístaðin fyri at fegnast um tað stóru hækkingina, sum varð játtað.

Tinglimir í samgonguni siga, at sostatt er játtanin til Landssjúkrahúsið hækkað so nógv, sum ongantíð fyrr.

Og tinglimir ávara eisini staðiliga ímóti at fara í eitt lokalpatriotiskt stríð um heilsuverkið, tí tað snýr seg um at fáa sum mest burtur úr øllum trimum sjúkrahúsunum.