Ávara ímóti vøru við lívshættisligum evni í

Evnið elvir til krabbamein og tí skulu fólk ikki eta tað, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

 

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av rísi, sum hevur verið at fáa í Føroyum.

Talan er um ØKO Brune ris frá Änglamark, sum ávarað verður ímóti og orsøkin til tað er, at tað er ov nógv aflatoksin í tí.

Aflatoksin er eitt krabbameinselvandi eiturevni, ið stavar frá blámusoppi, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Talan er um pakkarnar, sum viga 1000 gramm og framleiðsludagurin er 15.apríl í ár. Tað er best fyri 15. apríl næsta ár og lot nummarið er 3180D. EAN-strikukotan er 7340011301660.

Akkurát hetta rísið er seld í FK handlunum, men mælt verður frá at eta av tí. Hinvegin skal tað latast aftur í hadilin, haðani tað er keypt, ella skal tað burturbeinast.