Ávara nú um at ferðast í øllum Kina

Uttanríkisráðið herðir nú nú ávaringarnar í sambandi við ferður til Kina og tey hava eisini nøkur einføld, men góð ráð til fólk, eisini fólk, sum fara at ferðast

Uttanríkisráðið í Danmark heitir nú á fólk, sum ferðast í øllum Kina, um at vera serliga varin. Áður hevur ávaringin bara verið um ferðir til Hubei, landspartin í Kina, har smitta við coronavirus fór at gera um seg fyri jól.

Men nú í kvøld hava tey hert áviringarnar til at fevna um alt Kina sum tað er. Í hesum sambandi heita tey á øll, sum ferðast til Kina, sama hvar í Kina tað er, um at vísa eitt serligt varsemi.

Samstundis verður mælt frá at fara til býin, Wuham, í Hubei landspartinum, uttan í neyðugum ørindum.

Hetta verður gjørt í kjalarvørrinum á, at Kina hevur sett strong tiltøk í verk fyri at forða fyri, at smittan breiðir seg. Fleiri staðni í Kina sleppa fólk ikki at ferðast longur og Uttanríkisráðið mælir fólki, sum kortini fara til Kina, um at fylgja væl við og um altíð at fylgja leiðbeiningunum frá myndugleikunum.  

Hóast tað var í býnum Wuhan, at smittan tók seg upp, verða alsamt fleiri tilburðir staðfestir aðrastaðni í Kina.

Einstakir tilburðir eru eisini funnir í Evropa, men myndugleikarnir meta framvegis, at vandin er ógvuliga lítil fyri, at sjúkan eisini fer at ganga í Evropa.

Kortini mælir Uttanríkisráðið fólki til at fylgja við um fólk, sum hava verið í Wuhan, ella aðrastaðni í Kina, fara at hosta, fáa fepur og andaneyð.

Tað er eingin viðgerð fyri sjúkuni og myndugleikarnir hava áður mett, at tað gongur eitt ár, áðrenn koppingarevni fyri hesum slagnum av coronavirus, er til taks.

Men hóast vandi er ógvuliga lítil fyri at fáa smittuna um okkara leiðir, hava myndugleikarnir kortini nøkur góð ráð til fólk

– Vaska tær um hendurnar, bæði ofta og væl, við sápu og vatni, og er hondspritt til taks, er eisini at brúka tað

– Hugsa um reinføri í sambandi við mat og matgerð

– Halt teg frá dýrum, livandi og deyðum, á marknaðum.

– Halt teg frá fólki, sum hosta, og hava fepur og andaneyð.

– Fert tú at ferðast, skalt tú kanna viðurskiftini í heilsuverkinum í teimum londum, tú ferðast til.

– Hav eina ferðatrygging, sum rindar fyri heimferðina í sambandi við sjúku, tí tað avmarkar sambandi við heilsuverkið í fremmandum londum.

– Og fært tú at hosta, og fært tú fepur og andaneyð teir fyrstu 14 dagarnar eftir at tú ert komin heim, er at ringja til lækna.

– Men ringir tú til lækna, skalt tú minnast til at greiða frá, hvar tú hevur verið og ferðast, soleiðis at hann kann leggja upp fyri tí og forða fyri smittuspjaðing, bæði hjá læknanum og á sjúkrahúsinum.