Ávara um ring koyrilíkindi í morgun

Løgreglan hevur givið nakrar bøtur í ferðsluni í sambandi við kavaveðrið

 

 

Savnsmynd

Savnsmynd

Tað eru ring koyrilíkindi í morgun. Landsverk sigur, at tað er hált og krapi er um alt landið. Tað kavar nógva staðni og tað ernógv jarðrok í ælunum, á Oyndarfjarðarvegnum, Gjáarvegnum, Oyggjarvegnum og í Suðuroy. Landsverk sigur eisini at tað eru sera vánalig koyrilíkindir á Vestmannavegnum og tí verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.

Tað er eisini rættiliga nógvur vindur. Við Norðadalsskarð á Á Oyggarvegnum og á Fámjinsvegnum vóru tað 30 metrar um sekundið, ella meir, fyri eini løtu síðani, og nógva aðrastaðni er hann upp ímóti 30 metrum um sekundið.

Løgreglan sigur kortini, at tey hava ikki havt stórvegis trupulleikar av hálkuni, men við Norðskálatunnini, stóð ein bilur fastur í kavanum, og annars hava tað verið onkur smærri óhapp.

Hinvegin er tað eitt, ið nógvir bilførarar gloyma í líkindum, sum hesum, og tað er at syrgja fyri at reinsa rútar og spegl fyri kava, tí tað er eitt krav, at tað sæst igjøgnu rútarnar og speglini á bilinum.

Løgreglan sigur, at tey hava givið nøkrum bilførarum bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra, hóast tað ikki sæst nóg væl ígjøgnum rútarnar

Savnsmynd