Ávaring: Mattilskot orsøk til deyðsføll

Norska matvørueftirlitið ávarar nú um eitt mattilskot, sum kann keypast á netinum.

 

Ávarað verður nú um eitt amerikanskt mattilskot - Hydroxicut Hardcore Next Gen - sum bæði hevur ført til livrasvík og deyðsføll.

Tað veit norska Matvørueftirlitið at siga í dag, og eftirlitið ávarar tískil fólk ímóti at keypa tilskotið, sum eitt nú kann keypast á netinum.

Matvørueftirlitið vísir á, at tey hava fingið fráboðanir frá sponskum myndugleikum um, at tilskotið kann knýtast til hendingar við livrasvíki við deyðiligum avleiðingum.

- Vit vita ikki um sølu av hesari vøru í Noregi, men vit hava fingið upplýsingar um, at norskir brúkarar hava bílagt mattilskotið á útlendskum netsíðum.

Lagt verður aftrat, at tilskotið er selt undir merkinum - Muscletech - og víst verður á, at tað eru fleiri netsíður og nethandlar, sum selja vøruna til privatfólk.