Avataq hevur aftur sett met

Tordar Dimon úr Vági var á brúnni, tá ið grønlendski rækjutrolarin mikudagin tók metið, sum sami trolari setti fyri knøppum trimum mánaðum síðani

Skipararnir á Avataq - Tordar Dimon og Jógvan Tróndarson. Myndin varð tikin á brúnni, tá ið trolarin um jólini lá á Havnini

Skipararnir á Avataq - Tordar Dimon og Jógvan Tróndarson. Myndin varð tikin á brúnni, tá ið trolarin um jólini lá á Havnini

927 tons. So stór var rækjulastin, sum grønlendski trolarin Avataq legði upp í Sisimiut mikudagin í hesi vikuni - 5. august. Tað eru 24 tons fleiri enn lastin var, tá ið teir landaðu 18. mai og settu met. Ta ferðina vigaði lastin 903 tons.

Tað eru tvær manningar við Avataq, ið er spildurnýggjur trolari. Hann lá á Havnini um jólini, tá ið hann var á veg úr Spania, har hann var smíðaður, og til Grønlands.

Skipari á aðrari vaktini er Jógvan Tróndarson úr Havn. Hann var á brúnni, tá ið metið í mai varð sett.

Skipari á hinari vaktini er Tordar Dimon úr Vági. Hann er á brúnni, nú gamla metið varð tikið og nýtt met sett. Veiðan, sum varð landað mikudagin 5. august, er størsta lastin, sum nakar grønlendskur rækjutrolari nakrantíð hevur landað.

Tordar Dimon sigur við Royal Greenland, at teir henda túrin fóru til fiskiskap 11. juli og góvust 4. august.

Eftir at teir vóru lidnir at landa, fór Avataq aftur til fiskiskap. Sambært Royal Greenland vera teir aftur í Pamiut um eina viku, tí tá skulu teir skifta manning.

Umframt skipararnar báðar eru fleiri aðrir føroyingar við Avataq – bæði á brúnni og í maskinrúminum.

Skipararnir á Avataq - Tordar Dimon og Jógvan Tróndarson. Myndin varð tikin á brúnni, tá ið trolarin um jólini lá á Havnini