Avlýst flogfar: Sleppa ikki heim fyrr enn í morgin

Ferðafólkini mugu brynja seg við toli

Tað vóru fleiri, ið ætlaðu sær til Føroya við síðsta flogfarinum í kvøld, men tað verður av ongum. Flogfarið hjá Atlantsflogi, sum skuldi fara klokkan 23:15 danska tíð er nevniliga avlýst.

At byrja við varð upplýst ferðafólkunum, at talan var um eina lítla seinking, men nú hava tey fingið at vita, at fráferðin er útsett til í morgin klokkan 9:45. Ferðafólkini eru í hesum sambandi víst til gistingarhús.