Avlýsta vitjanin hjá Trump kostaði yvir 4 mió kr

Løgreglan eigur størsta partin av rokningini fyri avlýstu Trump-vitjanina í Danmark – men ein stór ballón av forsetanum kostaði eisini pengar.

Sjálvt um amerikanski forsetin, Donald Trump, ikki kom til Danmarkar fyrst í september, kostaði planleggingin av ferðini pengar hjá fleiri donskum myndugleikum.

Tilsamans er rokningin upp á í minsta lagi 4.236.723,56 krónur, skrivar Berlingske.

Nógv teir flestu pengarnir – umleið fýra milliónir krónur – stava frá løgregluni, sum hevur brúkt 4.200 arbeiðstímar upp á fyrireikingarnar.

– Í sambandi við útsettu ríkisvitjanina hevur Ríkisløgreglan gjørt upp mettar útreiðslur í hesum sambandi, sum tilsamans er mett til at vera umleið fýra milliónir krónur, skrivar Ríkisløgreglan.

Upphæddin umfatar millum annað endurgjald til starvsfólk, sum hava mist frídagar og fyri avlýstar gistingar.

##med2##

Millum hinar myndugleikarnar, sum hava havt útreiðslur av hesum, er Uttaríkisráðið og danska sendistovan í Washington. Tilasamans hava tey brúkt 41.305,36 krónur.

Pengarnir eru farnir til hjúklan undir einum byrjunnarfundi við fólkum frá sendistovuni í USA.

Harumframt eru pengar nýttir til bilaleigu fyri at síggja vitjunarstøð, flogtúrur hjá sendistovuni úr Keypmannahavn til Washington eins og gjald fyri avlýstar flogferðir og nakrar túrar við hýruvogni.

Naviair, sum stendur fyri flogleiðsluni í Danmark, hevur brúkt 20.000 krónur upp á at fyrireika vitjanina.

Naviair skuldi havt verið til arbeiðis, tá Secret Service krevur, at loftrúmið yvir floghavnini verður ruddað, tá forsetaflogfarið Air Force One lendir.

Hjá Trafikstyrelsen hava verið útreiðslur upp á 20.000 krónur.

Tær 1300 krónurnar eru farnar til at viðgera eina umsókn um loyvi til at blæsa eina stóra ballón av eini babyútgávu av Donald Trump upp í innara Keypmannahavn.

Transportministeriet hevur havt útreiðslur upp á 327,05 krónur. Tað svarar til ein tíma arbeiði, sum er farið til »et par telefonsamtaler og et par mails«.

Roknistykkið upp á tær 4.236.723,56 krónurnar er uttan møguligar aðrar útreiðslur hjá PET, Verjuni og kongshúsinum, sum av ymsum orsøkum ikki hava svarað spurningunum frá Berlingske.

 

/ritzau/

Tey blæsa upp eina ballón av Donald Trump í baby-útgávu á Kongens Nytorv í Keypmannahavn