B36 hevur úr kolandi stormi kós út í Europa

Óvanliga vánaligu veðurlíkindini vóru høvuðsorsøk til út av lagið vánaligan karm um finaluna og fótbóltsspælð var avgjørt einki at rópa hurrá fyri

 

B36 er steypavinnari í 2001. Tað vil siga, at teir í árstalsfelagnum tíggju ár eftir fyrsta sigurin í kappingini um løgmanssteypið og tíggju ár eftir fyrstu Europa Cup kvalifikatiónina aftur hava tryggjað sær rættin at spæla Europa Cup fótbólt, tí teir hava vunnið eina finalu. Og tað ynskja vit teimum hjartaliga...