Hallur: Teir eru effektivari enn vit

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hallur iðrar seg um, at føroyska liðið ikki tók av møguleikunum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Hall Hansson, miðvallara, aftaná 0-3 ímóti Rumenia í gjárkvøldið.

 

Hallur heldur, at føroyska liðið hevur víst eitt høgt toppstøði, men hinvegin eitt vánaligt botnstøði. Hann staðfestir, at føroyska liðið skal stríðast meir fyri at fáa mál, enn tað rumenska, sum Hallur heldur er sera effektivt. Hallur heldur, at føroyska liðið skal arbeiða við tí, sum manglar í at gerast enn betur.

 

Viðvíkjandi sínari framtíðarstøðu, so hevur Hallur Hansson ikki tikið støðu um hann leingir við Vendsyssel FF, sum er í oddinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.