B36 spennir seg út

Tríggir leikarar við til samans 88 landsdystum á baki verða eftir øllum at døma nýggir í B36 búnanum komandi kappingarárið

Fótbóltur

Eftir meistaraheitið í 2001 var tað helst eingin loyna, at tey í B36 ikki vóru nøgd um fimta plássið, sum besta manslið teirra vann sær í landskappingini í ár. Og líkt er eisini til, at leiðslan í felagnum hevur gjørt av, at komandi ár skal gerast betri. Og teir hava so eisini gjørt nakað við...