Sjúrður og Edmund verða afturvaldir

Teir báðir føroysku fólkatingsmennini liggja bátslongdir framman kappingarneytarnar í nýggjari veljarakanning

Teir báðir føroysku fólkatingsmennini liggja bátslongdir framman kappingarneytarnar í nýggjari veljarakanning.

 

Fólkaflokkurin og Tjóðveldi hava ongan at kjans at vinna fólkatingsessirnar aftur frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum.

 

Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Sambært kannignini fær Javnaðarflokkurin størstu framgongdina. Flokkurin fær 28,8 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd upp á 7,9 prosentstig.

 

Sambandsflokkurin vinnur greitt hin fólkatingsessin sambært kanningini. Sambandsflokkurin gjørdi eitt rimmar hál seinast, tá hann fekk 30,8 prosent. Hesaferð fær flokkurin 26,9 prosent, sum er ein afturgongd upp á 3,9 prosentstig. Men hann er kortini langt framman fyri Fólkaflokkin, sum er næstur, tí Fólkaflokkurin, sum í kanningini er triðstørstur, fær »bara« 17,4 prosent.

 

Kanningin kann lesast í Sosialinum, sum kemur á gøtuna seinnapartin í dag. Sosialurin kann eisini keypast á sos.fo