Bachelor í maskinfrøði er nú veruleiki

- Útbúgvingin er skipað í samsvari við sonevnda Bologna-leistin, sigur Maskinmeistarafelagið.

 

 

Í dag fegnast Maskinmeistarafelagið um, at nýggja bachelor útbúgving í maskinfrøði nú er veruleiki. Talan er um bachelorútbúgving, ið kann byggjast oman á verandi maskinmeistaraútbúgving.

- Vinnuháskúlin og Fróðskaparsetrið hava í felag lagt útbúgvingina til rættis, og nú landsstýriskvnnnan í mentamálum, Hanna Jensen, hevur góðkent útbúgvingarprofilin, kann BSC útbúgvingin í maskinfrøði bjóðast út á Fróðskaparsetrinum.

Maskinmeistarafelagið fegnast í dag um henda møguleika og vísir á, at nýggja útbúgvingin er skipað í samsvari við sonevnda Bologna-leistin.

Í fyrireikingararbeiðnum hava Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlin millum annað samskift við Danmarks Tekniske Universitet um innihaldið og um framhaldsmøguleikar eftir lokið prógv í maskinfrøði.