Bæði strævið og gleðiligt

– Tað er serliga fyrstu árini, at tað er hart hjá foreldrum, sum fáa tvíburar, hóast tað eisini er tvær ferðir so stuttligt sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur

 

Tá ein kona hevur átt tvíburar, fyllir møðin ómetaliga nógv hjá báðum foreldrunum. Tað ger eisini ofta, at foreldur gerast ørkymlað.  
– Ørkymlanin snýr seg um at klára at røkka báðum børnunum, at geva teimum sambandið, tey hava tørv á, at fáa gerandisdagin at ganga upp og mangnandi yvirskoti, sum fylgir við hesi tíðini, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur, sum javnan hevur tvíburafamiljur undir hendi fyrstu tíðina, eftir at tvíburarnir eru føddir.

– Tað er ein stór broyting at gerast foreldur, og tá tú fært meir enn eitt, krevur tað eyka yvirskot, hjálp, samskipan og ráðlegging. Tað er nakað annað, sigur Sára Gullfoss.

– Tað er serliga fyrstu árini, at tað er hart hjá foreldrunum, hóast tað eisini er tvær ferðir so stuttligt, sigur hon.

Tað praktiska fyllir eisini nógv hjá foreldrum, sum fáa tvíburar, tí tey skulu hugsa um at fáa alt at ganga upp við útgerð til tvíburar. Tað er eisini kostnaðarmikið, tí tað krevur nógv eyka.

– Tað er til dømis einki, sum eitur tann perfekti barnavognurin til tvíburar, tí foreldur hvør sær mugu finna útav, hvar riggar best til teirra børn.

 

Rutinan í gerandisdegnum
Sára Gullfoss greiðir frá, at rutinan er eitt tað mest umráðandi í gerandisdegnum við tvíburum - og harundir eisini bróstagevingin. Tað er møtimikið at geva báðum pinkubørnunum bróst, men tað ber til og krevur hart arbeiði og eina góða byrjan.

– Fær ein mamma hjálp til alt í byrjanini, eru sannlíkindini fyri at bróstagevingin eydnast eisini størri, sigur hon.

– Men tvíburar eru ikki tvey eins børn, og børn eru ymisk og hava eisini ymiskar rutinur. Men tað er at fyritrekkja at skipa seg í størstan mun gjørligt, heldur hon.

Foreldur at tvíburum hugsa eisini um onnur ting, tá børnini skulu á stovn ella í skúla.

– Tvíburar kenna hvønn annan og geva rúm fyri hvørjum øðrum, men samstundis er umráðandi at hyggja eftir teimum, sum tvey ymisk børn, tá avgerð skal takast um stovns- ella skúlaviðurskifti, sigur hon.

 

Gloymd í barsilsskipanini
Í summum førum er mamman innløgd á sjúkrahúsi í longri tíð fyrstu tíðina, eftir at hon hevur átt tvíburar. Tað eru ymiskar orsøkir til tað, men ofta verða tvíburar ov tíðliga føddir, ella eru aðrar avbjóðingar, sum gera, at børn og mamma hava tørv á heilsufakligari hjálp.

Tá er tað ofta soleiðis, at farloyvið hjá pápanum byrjar, áðrenn mamman og børnini eru heimkomin. Hann brúkar tí sína barsilstíð, áðrenn børnini eru komin heim.

– Tað tekur nakrar vikur at koma fyri seg hjá eini mammu, sum hevur átt tvíburar, og tí er tað ikki nóg gott, at pápin kanska bara hevur eina viku eftir av sínum farloyvi, tá mamman og børnini koma av sjúkrahúsinum, heldur heilsufrøðingurin.

Tað er umráðandi, at tað verður gjørd ein politisk raðfesting, og barsilsskipanin verður endurhugd, so tvíburar og tvíburaforeldur ikki eru fyri mismuni.

– Tað snýr seg bara um nakrar mánaðir til pápán, tað er ikki so nógv fyri skipanina, men tað er altavgerðandi fyri tilknýti til børnini. Tað er torført hjá einum vaksnum, sum ofta er mamman, at møta báðum einsamøll. Tað er vigtigt við fleiri hondum – bæði fyri tilknýti og fyri tað praktiska, staðfestir hon.

 

At møta tveimum

– Teir fyrstu mánaðirnir hjá einum barni snúgva seg um at yvirliva. Tað skal fáa mat, halda hitanum og fáa samband við foreldur. Verður eitt barn ikki møtt, kann tað lukka seg, og tí er tilknýti heilt basalt, tá barnið er nýføðingur og komandi mánaðirnir, sum eisini snúgva seg um at spegla seg í andlitsbránum hjá tí vaksna.

Er mamman ov móð ella á annan hátt ikki fær givið einstaka barninum uppmerksemi, sum tað tørvar, so kann tað ávirka barnið, sigur hon.

– Mammur hava ofta ringa samvitsku, tí tær hava kenslu av ikki at klára at møta báðum børnunum. Tað er eisini mín uppgáva, sum heilsufrøðingur, at hjálpa mammum við at sleppa av við ringu samvitskuna, sigur hon.

 

Hon leggur til endans upp til, at foreldur at tvíburum seta seg í samband við onnur foreldur, sum eru í somu støðu ella sita við somu vitan, tí tað veruliga er nakað annað at gerast foreldur at tveimum enn at einum. Tað kann millum annað gerast gjøgnum bólkar á facebook ella við at tosa við heilsusysturina. 

 

Les longri tema um tvíburar í blaðnum Vikuskifti hjá Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið, men blaðið kann eisini keypast talgilt her