Eg geri einans tað, ið mær tykist nátúrligt

Poul Andrias Ziska, kokkur á KOKS, skal verða ein av fyrilestrarhaldarunum á matráðstevnuni Identità Golose í Milano

 

- Poul Andrias Ziska bleiv í januar 2014 kokkur á týdningarmestu matstovuni í Føroyum, KOKS í Havnini, høvuðsstaður í oyggjaríkinum og heimstaður Ziska. Hann verður ein av talarunum á Identità Golose Milano 2015, ellintu útgávu.

 

Í hesum sambandi hava fyrireikararnir gjørt eina stutta samrøðu við Poul Andrias Ziska. Í samrøðuni nerta teir við hvussu hann gjørdist kokkur, um samstarvið við Leif Sørensen og um nýggju norðurlendsku matgerðina.

- Eg veit ikki hvussu tætt knýttur eg eri at nýggju norðurlendsku matgerðaryvirlýsingini. Eg haldi, eg geri einans tað, ið mær tykist nátúrligt. Her í Føroyum eru vit fjart frá øllum, so vit fylgja okkara egnu hugskotum, uttan at hugsa um, hvat onnur gera. Tá hetta er sagt, so eru vit partur av norðurlondum og leggja dent á ráar vørur frá landi okkara, so knýti til nýggju norðurlendsku matgerðina er týðilig, sigur Poul Andrias Ziska millum annað í samrøðuni.

 

Samrøðan, ið er á enskum, er at finna her.