Bahamaoyggjarnar: 2.500 fólk horvin aftaná ódn

Mynd: Ritzau / Scanpix

Mynd: Ritzau / Scanpix

2.500 persónar eru enn horvin aftaná, at tropiska ódnin Dorian í farnu viku rakti Bahamaoyggjarnar. Tað upplýsa lokalir myndugleikar fyri bretsku tíðindastovuni BBC.

Sambært almenna deyðatalinum hava 50 fólk latið lív í ódnarveðrinum. Mett verður tó, at almenna talið er munandi lægri enn veruliga talið.

- Higartil eru umleið 2.500 á listanum hjá stjórnini í Bahamaoyggjunum, sigur Carl Smith, talsmaður fyri bjargingartænasturnar, við BBC, og legði aftrat.

- Listin er ikki samanborin við tær almennu skrásetingarnar av fólkum, ið hava fingið skjól ella eru flutt burtur.

BBC upplýsir, at ódnin bleiv máld til at vera sterkasta ódn nakrantíð, tá hon rakti land við Abaco oyggjarnar. Vindstyrkin bleiv tá mett til at vera 295 km um tíman.

Mynd: Ritzau / Scanpix