Bakkafrost: Vilja útskriva umleið 6 milliónir nýggj partabrøv

Eykaaðalfundur er í føroyska alirisanum í dag

 

 

Eykaaðalfundur er í dag í føroyska alirisanum Bakkafrost. Partaeigararnir hava fingið fundarboð í samband við keypið av The Scottish Salmon Company, sum Bakkafrost keypti 25. september.

Eykaaðalfundurin skal taka støðu til kapitalhækkingina í sambandi við keypið í Skotlandi. Í staðin fyri at fíggja keypið við láni, varð størsti partur av keypinum fíggjaður sum eginpeningur, har eigarar skutu pening í felagið. Í samband við keypið mælir nevndin tískil til, at upp til 6.000.000 nýggja partabrøv verða útskrivað. Samlaði virðið á skotska felagnum er 5,5 milliardir norskar krónur.

Tá keypið varð framt 25. september, var felagið úti hjá íleggjarum fyri at fíggja keypið. Áhugin var sera stórur, og felagið teknaði allan ætlaða peningin uppá 4,8 milliardir krónur eftir tveimum tímum.

Bakkafrost hevur ein sera fjølbroyttan eigaraskara. Størsti eigari er norski eftirlønargrunnurin, Folketrygdfonden, sum nú eigur 9,8% av felagnum. Felagið er skrásett á keypskálanum í Oslo, og hevur í dag eitt marknaðarvirði á 31 milliardir norskar krónur.

Síðan keypið bleiv kunngjørt í farna mánað hevur virðið á partabrøvunum hjá Bakkafrost fleiri ferðir sett met. Í løtuni verða tey handlaði fyri 590 norskar krónur, ið er tað mesta nakrantíð.