Bakkaverja og nýggjur fótbóltsvøllur

Nógv fólk á borgarafundi í Nólsoy í gjár

Í gjárkvøldið skipaði Tórshavnar Kommuna fyri borgarafundi fyri nólsoyingar. Nógv fólk var komið saman at hoyra um tey bæði málini, sum vóru á skrá: bakkaverjan og nýggjur fótbóltsvøllur. Kommunan fer í stundini at hyggja og viðgera viðmerkingarnar og uppskotini, sum komu fram á fundinum.

 

Spurningurin um ógvusliga brimið, sum skolar inn yvir bygdina og serliga fótbóltsvøllin, var til viðgerðar. Seinast vøllurin fór illa var í storminum 29. februar, og nú skal ein nýggj varandi loysn finnast. Spurningurin er, um arbeiðast skal við at gera verju, ella um man skal gera eina opna slúsu. Møguleikarnir verða kannaðir.

 

Fótbóltsvøllurin er styttur, so uppgangurin ikki oyðileggur vøllin. Og nú verður so vøllurin breiðkaður upp ímóti bygdarhúsinum.

 

Umframt málini á skrá, varð sáttmálin um vetrarfriðing undirskrivaður, og hetta merkir, at Nólsoyar bygd verður endaliga vetrarfriðað seinni í ár. Hetta fekk lógvabrestirnir at runga.