BankNordik 118 milliónir í avlopi fyrra hálvár

2019 hevur higartil roynst væl hjá føroyska bankanum BankNordik. Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í morgun vísir bankin á, at rakstrarúrslitið fyrra hálvár í ár er 8% hægri samaborið við sama tíðarskeið í fjør.

- Rakstrarúrslitið gjørdist 153 mió. kr. og hækkaði sostatt við 8% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kundar bankans eru sum heild væl fyri fíggjarliga, og bæði vinnufyritøkur og føroysk húsarhald halda í stóran mun sínar lánsskyldur. Góða gongdin hevur elvt til afturføringar av niðurskrivingum, og tískil kundi BankNordik fyri kortum boða frá, at ársúrslitið hjá samtakinum væntandi verður betri enn væntað við ársbyrjan, skrivar bankin í tíðindaskrivinum.

- Vit eru væl nøgd við úrslitið, sum hóast avbjóðandi marknaðarumstøður er merkt av øktum virksemi og hóvligum útlánsvøkstri. Eisini hava nýggj átøk og tænastur til kundar okkara sett sín dám á fyrra hálvár. Eitt nú hava vinnukundar víst stóran áhuga fyri nýggja fíggingarmøguleikanum til nýskapandi verkætlanir gjøgnum InnovFin, og privatkundar hava tikið væl ímóti Apple Pay, sum kom til Føroya í mai, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, sambært tíðindaskrivinum.

Í tíðindaskrivinum verður eisini upplýst, at virksemið hjá dótturfeløgunum hevur eisini staðið seg væl hetta sama tíðarskeið.

- Inntøkurnar hjá Trygd hækkaðu, og kundarnir boðaðu frá færri skaðum enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið skaðatalið var lutfalsliga høgt. Eftirspurningurin eftir bústøðum er framhaldandi stórur, og tað sæst aftur í virkseminum hjá Skyn, ið hevur avgreitt á leið 140 ognarsølur fyrra hálvár, skrivar felagið.

Roknskapurin í stuttum

- Úrslitið fyri skatt gjørdist 151 mió. kr. samanborið við 207 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018. Fyrra hálvár 2018 var merkt av 88 mió. kr. í stakinntøkum, ið m.a. stavaðu frá søluni av høvuðssæti bankans.

- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 81 mió. kr. samanborið við 88 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.

- Bankin førdi aftur niðurskrivingar av útlánum fyri 72 mió. kr. samanborið við 54 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.

- Rakstrarúrslitið gjørdist 153 mió. kr. samanborið við 142 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.

- Útlán bankans hækkaðu úr 9,7 mia. kr. fyrra hálvár í 2018 upp í 10,1 mia. kr.

- Realkredittlán hækkaðu úr 11,9 mia. kr. fyrra halvár í 2018 upp í 12,6 mia. kr.

- Innlán bankans hækkaðu úr 13,1 mia. kr. fyrra hálvár í 2018 upp í 14,1 mia. kr.

- Solvensurin hækkaði úr 18,5% fyrra hálvár 2018 upp í 19,6%.

- Leiðslan varðveitir væntanirnar um eitt rakstrarúrslit fyri roknskaparárið 2019 áðrenn niðurskrivingar millum 160 og 200 mió. kr. (fyrra hálvár 2019: 81 mió. kr.).

- Tann 22. juli 2019 boðaði BankNordik frá, at væntanirnar til nettoúrslitið fyri 2019 vórðu hækkaðar úr 100-150 mió. kr. til 150-200 mió. kr. (fyrra hálvár 2019: 118 mió. kr.) orsakað av afturførdum niðurskrivingum.