BankNordik sigur fleiri fólk úr starvi

Tað er fyri at bankin framhaldandi kann vera kappingarførur, sigur stjórin

Hetta er neyðugt fyri at bankin skal varðveita kappingarførið, sigur Árni Ellefsen, stjóri, sum her stendur framman fyri høvuðsæti hjá bankanum í Havn

Hetta er neyðugt fyri at bankin skal varðveita kappingarførið, sigur Árni Ellefsen, stjóri, sum her stendur framman fyri høvuðsæti hjá bankanum í Havn

Í morgun boðaði BankNordik, frá, at fólk, sum eiga yvir 500.000 krónur á bók, skulu nú rinda fyri at hava pengarnar standandi í bankanum.

Les meiri um tað her: Nú skuli fólk rinda fyri at hava pengar í bankanum

Men samstundis kunngjørdi bankin eisini, at 25 ársverk í bankanum verða spard burtur. Tað er ein nokk so stórur niðurskurður, tí tilsamans eru 400 størv í bankanum.

Talan er um størv bæði í Føroyum, í Danmark og í Grønlandi.

Árni Ellefsen, stjóri í bankanum, sigur, at í fyrsta lagi er talan um størv, sum fólk eru farin úr, sum ikki vera sett aftur. Somuleiðis verða fólk ikki sett aftur í størv, har tey, sum mannaðu tey, eru farin frá við eftirløn.

Men kortini hevur verið neyðugt at siga 10 fólkum úr starvi, og av teimum eru seks starvsfólk í Danmark og fýra starvsfólk í Føroyum.

Árni Ellefsen sigur, at í hesum sambandi er raksturin í bankanum lagdur um og í Danmark verða tvær deildir lagdar saman.

Hann sigur, at tað er á fleiri ymsum arbeiðsøkjum í bankanum, at fólk eru søgd úr starvi.

Hann sigur, at tað er vorðið meiri krevjandi at reka banka í hesum tíðum, nú rentan er negativ, so skal BankNordik varðveita sítt kappingarførið, hevur tað verið neyðugt at umskipa raksturin, og ein avleiðing av tí er, at tey hava verið noydd at siga fólki upp.

Hetta er neyðugt fyri at bankin skal varðveita kappingarførið, sigur Árni Ellefsen, stjóri, sum her stendur framman fyri høvuðsæti hjá bankanum í Havn