BankNordik væntar betri úrslit

Bankin væntar eitt úrslitið fyri alt árið, sum fer at liggja ímillum 170 til 210 milliónir krónur

Upprunaliga hevði bankin væntað eitt úrslit millum 150 og 200 milliónir krónur.

Í eini fráboðan til keypsskálan, boðan bankin frá, at gongdin hevur verið heldur betri enn áður útmeldað. BankNordik dagførir tí úrslitið fyri alt 2019.

Betri úrslit av tryggingarvirkseminum og størri inntøkur av ómaksgjøldum eru ímillum orsøkirnar, at tað hevur gingið betri enn væntað, sigur BankNordik.