Bara opið í sambandi við komir og fráferðir

– Tað, sum er okkara uppgáva, er at hava farstøðina opna í sambandi við komir og fráferðir hjá Smyrli, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins

Nógv kjak hevur verið um at farstøðin á Krambatanga ikki hevur verið opin allan dagin, so at ferðafólk sleppa inn at kroka. Opið er bara hálvan tíma áðrenn og eftir fráferð hjá Smyrli.

Hann vísir á, at um tað skal vera longri opið, so má fólk setast burturav til at ansa eftir, tá ið bygningurin er opin.

– Vit hava eina farmastøð, ið liggur beint við, og tey fólkini, ið arbeiða har hava so ein lykil til bygningin, sum Landsverk varar av, og kunnu tí hava opið, tá ið teir koma og fara, sigur Hilmar Eliasen.

Hann vísir á, at tað er munandi meira ferðsla á farstøðini í Havn í mun til á Krambatanga og tí er meira virksemi har, so at til ber at hava opið allan dagin.

Lurtið eftir samrøðuni, sum Árni Gregersen hevði við Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni á FM1 í gjárkvøldið.