Bara tríggir nýggir koronatilburðir

118 føroyingar fingið staðfest smittuna

Tað eru nú í alt 118 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna. Hetta byggir á í alt 2.255 kanningarúrslit. Tað merkir, at tríggir tilburðir hava verið av teimum 178, sum eru kannað síðani síðani seinastu úrslit vórðu kunngjørd í gjár.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Enn er eingin innlagdur ella deyður av smittuni í Føroyum.