Barbara stillar upp til fólkatingsvalið

23 ára gamla Barbara Gaardlykke Apol hevur verið virkin í ungdómspolitikki seinastu árini

Stuðla av : BORG

Tað er nú greitt, at 23 ára gamla Barbara Gaardlykke Apol stillar upp til komandi fólkatingsval fyri Javnaðarflokkin.

 

Nýggja valevnið hevur royndir frá Javnaðarflokkinum og ungmannafelagnum SU, og hon hevur tikið stór stig innan altjóða og norðurlendskan politikk. Í fjør gjørdist hon forseti fyri Ungdommens Nordiske Råd og hevur harvið sæti í formansskapi Norðurlandsráðsins saman við øðrum navnframum politikarum úr norðurlendsku parlamentunum.

 

- Tað kennist bara natúrligt fyri meg at taka eitt stig víðari. Eg brenni veruliga fyri altjóða samstarvi, og eg eri vís í, at tað er her, at vit kunnu loysa tær stóru avbjóðingarnar, ið fara tvørturum landamørk, sigur Barbara Gaardlykke Apol. 

 

- Veruleikin er jú, at føroysku fólkatingsumboðini umboða Føroyar í alheimssamstarvinum, og eg síggi fleiri møguleikar at fáa altjóða ávirkan gjøgnum fólkatingssessin, sigur hon.

 

Barbara lesur í løtuni búskaparfrøði á Setrinum, og gongur alt eftir ætlan, verður hon liðug í summar. Í frítíðini dámar henni væl at binda, at vera saman við vinum og familju og at lesa. Umframt at hava verið virkin í Javnaðarflokkinum, SU og forseti í Ungdomens Nordiske Råd, er Barbara forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta og limur í føroysku tjóðarnevndini til UNESCO.