Bárður á Lakjuni og SWAY í Løkshøll í annaðkvøld

Sunnukvøldið verður Løkshøll í Runavík karmur um útgávukonsert í sambandi við, at Bárður á Lakjuni fyrr í ár gav út fløgu og bókling

Mynd av málningi hjá Sámali Toftanes

Mynd av málningi hjá Sámali Toftanes

Í annaðkvøld klokkan 19:30 verður Løkshøll í Runavík karmur um útgávukonsert í sambandi við, at Bárður á Lakjuni fyrr í ár gav út fløgu og bókling við yrkingum undir heitinum ”Lívsins dansur”. Jazztrioin, SWAY, ið syngur lívligar, undirhaldandi a capella sangir, fer eisini at framføra. SWAY er Dania O. Tausen, Marianna Nagata og Katrina Olsen.

http://umsiting.in.fo/Fleiri av sangunum á útgávuni hjá Bárði á Lakjuni hava verið nógv at hoyrt í útvarpi, og á konsertini fer Bárður at framføra ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur”, ”Fóður hevur fylgjur” og nógvar aðrar góðar saman við nøkrum av okkara dugnaligastu tónleikarum. Fyrst og fremst verða sangirnir á útgávuni framførdir, men eisini annað tilfar verður at hoyra – bæði sangir og upplestrar. Nakrir málningar, ið prýða bóklingin, verða eisini sýndir fram, og til ber sjálvsagt eisini at ogna sær útgávuna.

Útgávan, Lívsins dansur, er annars vovin saman við trimum træðrum, ið eru tekstir, tónar og myndir. Talan er um bókling við sekstan tekstum, harav meginparturin eru nýggir tekstir, meðan nakrir eru útgivnir áður á øðrum tónleikaútgávum. Leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, hevur gjørt myndirnar, ið prýða savnið, og fløga við níggju skeringum er eisini knýtt at útgávuni – sjey sangir og tveir upplestrar. Niclas Johannesen hevur framleitt tónleikaliga partin.

Mynd av málningi hjá Sámali Toftanes