Bárður fekk longda freist til í morginári

Men Bárður Nielsen væntar einki. Klokkan 9:30 í morginári skal hann aftur hitta løgtingsformannin at greiða honum frá, hvussu tað gongur við samráðingunum um at skipa nýtt landsttýri.

Kynkur kom í samráðingarnar, tá Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin í gjár settust at býta málsøki.

Greitt er ikki, hvør kynkurin er. Men sum skilst stríðast partarnir um, hvør skal hava tey tyngstu málsøkini, so sum fiskivinnumál.

Tað tykist rættiliga greitt, at vilji ikki er í Sambandsflokkin og Miðflokkinum at velja Jørgen Niclasen til løgmann. Tí liggur í kortunum, at Bárður Nielsen er løgmansevni hjá borgarligu samgonguni.

Ilt er at meta um, hvussu fast partarnir hava rent seg fastar, men í dag hava so ongar samráðingar verið.

Páll á Reynatúgvu, virkandi løgtingsformaður, hevur givið Bárði Nielsen longda freist til í morgin klokkan 9:30, tí tann tíðin sum eftir er til leygarmorgunin klokkan 10 er tann stytsta, sum nakar annar kann fáa at royna at skipa eina aðra samgongu, um hendan miseydnast.

Bárður Nielsen segði við FM1 fyri løtu síðani, at hann væntar ikki, at tað hendir meira við samgongusamráðingunum millum borgarligu flokkarnar. Hann er staddur í Vestmanna, men skuldi blot komið í, so er hann klárur.