Sørvágur útstykkjar 18 grundstykki

Mikudagin varð byrjað upp á útstykkingina á Middagsvarða í Sørvági. Í fyrstu syftu verður grivið út til 18 grundstykkir

Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, byrjaði útgrevsturin

Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, byrjaði útgrevsturin

– Vit hava eingi tøk grundstykki havt í eina tíð, men vit hava havt fleiri fyrispurningar. Tí hava vit valt at útstykkja. Um tað verður stórur eftirspurningur, so kunnu vit eisini útstykkja 12 stykkir afturat á Middagsvarða, sigur Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
Eftir ætlan verður arbeiðið at gera veg og útstykkja liðugt í oktober 2019. Stykkini verða tó ikki planerað.
Støddin verður umleið 700 fermetrar á hvørjum grundstykki, og prísurin verður 150 krónur fyri fermeturin.

##med2##

– Síðani vit løgdu hetta út á heimasíðuna, hava trý skrivað seg upp. Vit hava ikki avgjørt enn, um tað verður við lutakasti ella á annan hátt, at fólk kunnu fáa grundstykki, sigur Aimé Jacobsen, borgarstjóri.
Tað eru gott 1200 borgarar í Sørvágs kommunu.

Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, byrjaði útgrevsturin