Bárður vendir sær nú til hinar flokkarnar

Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, er nú komin út aftur frá løgtingsformanninum, Páll á Reynatúgvu. Hann sigur, at hann nú fer at tosa við Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn.

Bárður á Steig Nielsen harmaðist um, at hann ikki náddi á mál við teimum samráðingunum, sum hava verið í gongd. 
Hann hevur nú fingið freist til klokkan 13. Um tað ikki ber á mál, so verður eitt nýtt formansumfar.