Bárður vil ikki útihýsa nakran

Men honum dámar ikki luktin av fullveldi

Javnaðarflokkurin vil ikki samstarva við Fólkaflokkin og Miðflokkurin ikki við Framsókn og Tjóðveldi, meðan bæði Tjóðveldi og Framsókn ynskja at halda fram við hvørjum øðrum og Javnaðarflokkinum.

Valstríðið hevur higartil næstan handla líka nógv um hvør kann samstarva við hvønn, sum tað hevur handlað um valskráirnar hjá flokkunum.

Tí var tað heldur ikki óvæntað, tá Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, fekk spurningin um samgongusamstarv frá einum av journalistunum, ið var møttur upp á tíðindafundinum, tá flokkurin legði fram valskránna í Smæruni í Tórshavn.

- Vit eru ikki útihýstir av nøkrum og vit ætla okkum ikki at útihýsa nakran. Vit fara í tí samgongu, har vit fáa ført okkara politikk, var svarið frá formanninum.

Men eftir fleiri uppfylgjandi spurningar frá journalistunum, ið vóru til staðar, váttaði hann kortini, at tað ikki kemur upp á tal at fara í eina samgongu, ið ynskir fullveldi.

- Eg vil helst ikki úttala meg um hvønn flokk vit fara í samgongu við, men vit fara ikki í eina samgongu, ið luktar av fullveldi, segði Bárður á Steig Nielsen.