Barnadansur í Norðurlandahúsinum

Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum. Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20 í dansitíðini, har børn og ung dansa saman við vaksnum.

 

Næstu ferð dansað verður er fríggjakvøldið 11. oktober kl. 20:00. Dansað verður fríggjakvøld kl. 20:00 fram til og við 6. desember og aftur frá 3. januar til og við 14. februar 2020 - tó er eingin dansur fríggjakvøldini 18. oktober (í heystfrítíðini) og 1. november (Alla halganna dag).