Barnagarðsbørn funnu lødda granat

- Hetta sá jú út sum ein bumba ella okkurt líknandi, og so vísti tað seg, at hetta í veruleikanum var ein granat, sigur forskúlalærari.

 

- Børnini vóru ógvuliga forvitin eftir at vita, hvat hetta var, sigur forskúlalærarin. Mynd: Privat.

- Børnini vóru ógvuliga forvitin eftir at vita, hvat hetta var, sigur forskúlalærarin. Mynd: Privat.

 

Ein mánadag herfyri, tá forskúlalærarin, 34 ára gamla Beate Lotte, gekk ein túr við sínum barnagarðsbørnum, sum eru knýtt at náttúrubarnagarðinum í Hønefoss í Noregi, funnu børnini nakað heilt serstakt. Mitt í einari grótrúgvu funnu børnini ein lut, sum skuldi vísa seg at vera ein granat.

Forskúlalærarin ringdi til løgregluna, sum var skjót á staðnum. Løgreglan stongdi økið av, har granatin lá, og forvitnu børnini fylgdu virkseminum hjá løgregluni í frástøðu. Granatin, tey høvdu funnið, lá í grótrúgvu, ið liggur beint við garðin, sum gongur rundan um barnagarðsøkið.

Granatin lá partvís goymd millum steinarnar.

- Børnini vóru ógvuliga forvitin eftir at vita, hvat hetta var. Tey hildu hetta vera ein loyndarfullan lut. Onkur helt, at hetta var eitt petti av einum bátamotori. Men, sjálv helt eg, at hetta var nakað heilt annað, sigur Beate Lotte við tv2.no.

Tá forskúlalærarin fekk illgruna um, hvat hetta í veruleikanum var, syrgdi hon sjálvandi beinanvegin fyri, at børnini fluttu seg burtur frá lutinum. - Hetta sá jú út sum ein bumba ella okkurt líknandi, og so vísti tað seg, at hetta í veruleikanum var ein granat, sigur Beate Lotte.

Tv2.no skrivar, at løgreglan, sum kom á staðið, sendi boð eftir norsku verjuni, ið tók sær av granatini. Ein yvirmaður í norska herinum, Wiggo Korsvik, sigur, at granatin hevur týskan uppruna og stavar frá seinna heimsbardaga.

Heryvirmaðurin veit eisini at siga, at granatin, sum barnagarðsbørnini funnu, var ikki brostin og var tískil framvegis lødd.

##med2##

- Børnini vóru ógvuliga forvitin eftir at vita, hvat hetta var, sigur forskúlalærarin. Mynd: Privat.

- Hetta sá jú út sum ein bumba ella okkurt líknandi, sigur Beate Lotte. Mynd: Privat.