Barnagarður fyri góðar 54 milliónir krónur

Barnagarður skal byggjast við Gøtugjógv fyri góðar 54 milliónir krónur. Tað samtykti býráðið í gjárkvøldið. Eitt broytingaruppskot, har ætlanin var at byggja ein barnagarð fyri 30-35 milliónir krónur, fall

 

 

Tað er MT Høgaard, ið hevði lægsta tilboðið. Tilsamans verður prísurin 54.373.569 kr. Eysturkommuna fer nú at samráðast við MT Højggard um møguligan sáttmála.

Men tað vóru ikki øll í býráðnum, ið tóku undir við uppskotinum. Tveir av býráðslimunum hildu nevniliga, at tað eru alt ov dýrt.
Gudny Langgaard og Árni Jacobsen settu tí fram soljóðandi broytingaruppskot: “Vit taka ikki undir við at byggja barnagarð fyri 55 mió. kr. ella 42.000 kr/m2. Vit skjóta tí upp at bjóða arbeiði út av nýggjum og byggja ein góðan barnagarð fyri umleið 30- 35 mió. ella umleið 30.000 kr/m2 ”.

Fyrst varð atkvøtt um broytingaruppskotið. Fýra býráðslimir atkvøddu fyri. Teir vóru: Jóhan Christiansen, Árni Jacobsen, Gudny Langgaard og Hanna Jensen.

Fimm atkvøddu ímóti. Tey vóru: Hjalti Dalheim, Brandur Jacobsen, Hans Mourtis Foldbo, Tollakur Joensen, Uni Rasmussen.
Sostatt fall tað uppskotið.

Fermetraprísur á 42.000 krónur

– Tá ið sagt verður, at fermetraprísurini fyri barnagarðin er 42.000 krónur, skulu vit minnast til, at tá er øll verkætlanin tikin við. Tað merkir til dømis, at innbúgv, leikur, list, projektering og annað er tikið við. Um tað ikki hevði verið tikið við, so hevði fermetraprísurin verið umleið 30.000 krónur, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri.
Hann vísir á, at hesin fermetraprísurin ikki er so nógv hægri enn prísurin at gera býráðshúsið, ið er í Norðragøtu.
– Tað er umleið sami prísur sum býráðshúsið, sum kom í desember 2018. Tá var fermetraprísurin 40.000 krónur, tá ið alt varð tikið við, sigur Jóhan Christiansen.

##med2##

 

Atkvøddi fyri

Síðani bleiv atkvøtt um tilmæli hjá umsitingini, um at fara í samráðingar við MT Højggard um møguligan sáttmála:

Sjey atkvøður vóru fyri. Tey, ið atkvøddu fyri vóru: Jóhan Christiansen, Hjalti Dalheim, Brandur Jacobsen, Hans Mourtis Foldbo, Tollakur Joensen, Hanna Jensen og Uni Rasmussen. Árni Jacobsen og Gudny Langgaard atkvøddu ímóti.

– Onkur heldur at hetta er ein sera høgur prísur, men hetta er tað, sum býráðið valdi at gera, sigur Jóhan Christiansen.

Dagstovnur við Gøtugjógv til 112 børn


Arkitektakapping
Málið um barnagarð við Gøtugjógv er gamalt, og tað hevur fleiri ferðir verið viðgjørt av býráðnum.

17. juli 2017 varð arkitektakapping útskrivað til nýggjan dagstovn við Gøgugjógv. 6. november 2017 handaði dómsnevndin kommununi álit. Niðurstøðan hjá nevndini var, at besta uppskotið, sum hevði vunnið kappingina, var uppskotið hjá Ósbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f (ÓJA), og mælti dómsnevndin kommununi til, at hetta uppskotið varð bygt. Málið var síðani viðgjørt í umsitingini og nevndum.

21. februar 2018 mælti fíggjarnevndin til, at samlaði kostnaðurin fyri barnagarðin skuldi í mesta lagi verða 35 milliónir krónur við øllum, og hetta varð samtykt í býráðnum 26. februar 2018. Umsitingin hjá Eysturkommunu saman við uttanhýsis ráðgeva og (ÓJA) arbeiddu so víðari við málinum og 27. mai 2019 varð málið aftur lagt fyri býráðið, men avgjørdi býráðið at taka málið av skrá. Eftir hetta hevur so verið arbeitt meir við málinum og fundir hava verið millum Eysturkommunu og ÓJA og framløgur við meira hava verið fyri býráðnum.

3. desember 2019 sendu býráðsliminir Hjalti Dalheim, Uni Rasmussen og Brandur Jacobsen sent borgarstjóranum soljóðandi skriv. “Uppskot til útbjóðing av nýggjum barnagarði við Gøtugjógv. Undirritaðu heita hervið á býráðið, at bjóða út, í innbodnari lisitatión, fyriliggjandi uppskot (Upprunauppskotið har sparingarnar ikki eru framdar. Sparingar kunnu møguliga avtalast seinri um neyðugt) frá Ósbjørn Jacobsen Arkitektar. Neyvar treytir um, hvør skal sleppa at bjóða, útbjóðingarhátt og tíðarfreistir verða settar í samráði millum býráðið, Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, umsitingina hjá Eysturkommunu og okkara ráðgeva.”

17. apríl 2020 vórðu tilboðini viðvíkjandi nýggja barnagarðin við Gøtugjógv latin upp. Arbeiðið varð boðið út, sum høvuðsarbeiðstøka í innboðnari lisitatión, eftir eina almenna undangóðkenning. Sjey høvuðsarbeiðstakarar søktu um undangóðkenning, og vóru allir undangóðkendir og fingu harvið møguleika at bjóða. Av teimum sjey høuðsarbeiðstakarunum, vóru fimm arbeiðstakarar, sum lótu tilboð inn. Lægsta tilboð er frá MT Højgaard og er áljóðandi 38.885.471 krónur u/MVG.

Ráðgevararnir hava gjøgnumgingið tilboðini, og eftir at hava nærlisið lægsta tilboð, sum var frá MT Højgaard, eru ikki staðfestir nakrir feilir í tilboðnum. Ráðgevin hevur gjørt tilmæli til Eysturkommunu.

Afturat handverkararútreiðslum koma óvæntaðar útreiðslur, ráðgeving, fakeftirlit, byggileiðsla, innbúgv, byggiharraútreiðslur, sum til dømis trygging og EL. Tað gevur ein samlaðan kostnað á 53.835.569 krónur við kommunu MVG. Tá er áðurnevnda parkeringsøki á matr. nr. ”13w” við Gøtugjógv ikki íroknað. Eisini skal viðmerkjast, at býráðið hevur samtykt at 1% av verkætlanini skal brúkast til list. Tað merkir at áleið 538.000 kr. skal leggjast afturat upphæddini.

Á fíggjarætlanini fyri 2020 eru 12 milliónir krónur avsettar til nýggjan dagstovn. Hetta er tó bert ein partur av kostnaðinum. Rest má so avsetast á fíggjarætlanini fyri 2021 og møguliga í 2022.

Samlaði kostnaðurin av fyriliggjandi tilboð er áljóðandi 54.373.569 krónur tað er íroknað kommunu MVG. og list. Tá er áðurnevnda parkeringsøki á matr. nr. “13w” við Gøtugjógv ikki íroknað.

Pláss til 112 børn

Nýggi dagstovnurin skal vera við Gøtugjógv. Talan er um økið oman fyri verandi barnagarð og niðanfyri viðarlundina.

Nýggi dagstovnurin verður umleið 1.300 fermetrar til víddar í tveimum hæddum og fer at hýsa fýra barnagarðsstovum og fýra vøggustovum. Framman fyri bygningin verður í báðum hæddum útlagt eitt spæliøki.

Dagstovnurin fer at rúma tilsamans 112 vøggustovu- og barnagarðsbørnum, og starvsfólkini verða umleið 30 í tali.

Sambært ætlanini skal stovnurin verða klárur at taka í nýstlu 1. apríl í 2022.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri