Barnaskúlin verður avhendaður 2. november

Tað er nógv virksemi á Trøðni í Fuglafirði í løtuni, og skúlabyggingin gongur eftir ætlan.

 

Nýggi skúlin, sum býráðið í Fuglafirði samtykti at lata byggja í 2016, er komin so mikið væl áleiðis, at barnaskúliin eftir ætlan verður avhendaður hin 2. november í ár, sum eisini er eftir upprunaligu ætlanini. Tá barnaskúlin verður handaður kommununi, byrja arbeiðstakarar at seta upp útgerð og innbúgv, so alt verður klárt til innflyting í komandi ári.

- Avtala er eisini gjørd við arbeiðstakararnar, sum eru MT Højgaard, Victor á Lakjuni og Elcon, at felagshøllin verður avhendað hin 17. desember, og at ítróttarhøllin og tannlæknastovan verða avhandað hin 18. januar næsta ár.

Tað siga tey í Fuglafjarðar kommunu á Facebook-síðuni hjá kommununi.

- Mangan verður tikið til, at alt ber til! Ein slíkur hugsanarháttur slóðar ofta fyri góðum hugburði og øðrvísi loysnum. Júst hesin hugburður hevur verið væl troyttur við byggingini av barnaskúlanum í Fuglafirði.

Á Facebook-síðuni verður sagt, at tey, sum kenna økið rundan um skúlan, vita, at her er sera trongt og mest sum einki pláss tøkt til byggiskúrar, goymslur og bingjur.

- Skúlabyggingin hevði neyvan latið seg gjørt eins smidliga, um ikki ítróttarhøllin hevði verið at tikið til - til eitt nú goymlsur og skúrar. Av somu orsøk verður ítróttarhøllin tann parturin av skúlanum, ið verður síðst handaður, júst tí, at tørvur er á høllini til goymslu, so leingi sum tilber.

Spæliplássið, sum er á tekjuni á ítróttarhøllini, verður klárt hin 31. mai næsta ár.

Lagt verður aftrat, at tá barnaskúlin er liðugur, verður farið í holt við at høvuðsumvæla bygningin, har framhaldsdeildin heldur til, eisini kallaður "nýggi skúli" millum fuglfirðingar. Skúlin er bygdur í 1964 og tørvar dagføringar, bæði innan og uttan.

- Ein ætlan fyriliggur, hvussu 2. byggstig  verður framt, og verður tað Eysturkommuna saman við Fuglafjarðar kommunu, sum fara at standa á odda fyri verkætlanini til skúlasamstarvið Framvit.

Í Fuglafjarðar kommunu vita tey eisini at siga, at høvi verður hjá almenninginum at vitja nýggja barnaskúlan síðstu vikuna fyri jólafrítíðina, og nærri kunning verður um hetta seinni.