Bátafelagshúsið á Bakka skal útbyggjast, og í morgin klokkan 08 verður spakin settur í.

Bátafelagshúsið skal nú útbyggjast

Bátafelagið á Bakka hevur møtt sera stórari vælvild í samband við útbyggingina og hevur ta fatan, at tað eru fleiri, sum vilja stuðla.

 

Bátafelagshúsið á Bakka skal útbyggjast, og í morgin klokkan 08 verður spakin settur í.

 

Leygarmorgunin hin 30. mai klokkan 8 - tað er í morgin stundisliga - verður spakin settur í til at grava út fyri uppíbyggingini til felagshúsið hjá Bátafelagnum á Bakka á Glyvrum.

Talan er um eina uppíbygging, sum rúmar umleið 100 fólkum.

- Felagið hevur savnað nakað av peningi, so farast kann undir útbyggingina, og sambært viðtøkunum er ikki loyvt at skuldarbinda felagið.

Tað merkir, sigur formaðurin í Bátafelagnum á Bakka, Herbert Olsen, at útbyggingin verður ikki fíggjað við láni.

- Tí fara vit eisini at leita okkum eftir enn fleiri stuðlum.

Herbert Olsen sigur, at Bátafelagið á Bakka hevur møtt sera stórari vælvild í samband við verkætlanina og hevur ta fatan, at tað eru fleiri, sum vilja stuðla.

- Tað eru vit í Bátafelagnum á Bakka sera takksamir fyri, sigur formaðurin.

Bátafelagshúsið á Bakka skal útbyggjast, og í morgin klokkan 08 verður spakin settur í.