Bátarnir frá Summarfestivalinum venda nú heima aftur

Í morgun kl. 11 fóru teir fyrstu bátarnir avstað aftur, sum høvdu ligið við snotiligu bátabryggjurnar í Klaksvík.

 

 

Tekst og myndir: Dávur Winther

Tekst og myndir: Dávur Winther

Sólin stakk eisini snútan fram og heilsaði bátunum góða ferð, tó at tað var eitt passaligt høgættarlot, tá ið teir fóru.

Øll lótu tey væl at umstøðunum og bryggjuni annars. Tey vóru serliga fegin um suðurlenska veðurlagið, vit hødvu hósdagin og fríggjadagin, tá ið alt bátaøkið var at líkna við bryggjurnar í Monaco.

##med2##

Tað hevur rættiliga vundið uppá seg við stórum og snotiligum stuttleikabátum, og visti ein at siga, at í fjør komu ein stuttleikabátur um vikuna. Tí verður helst umráðandi enn betur at kunna fylgja við kring havnalagið, tí hesir bátar fara helst at krevja meir, sum frá líður.

##med3##

Vanliga, tá ið skip og bátar leggja frá landi, er talan um at halda skil á og loysa endar. Men í morgun vóru nógvar borimaskinur frammi, fyri at avrigga tær landgongir og trygdarskipanir við m.a. neti, sum gjørdar vóru til bátarnar, áðrenn bátarnir kundu loysa.

##med4##

Við heilsan um góða ferð, takkaðu bátarnir fyri hesa ferð – eisini fyri ein frálíkan Summarfestival, og gleddu seg longu til næsta Summarfestival. Tó verður Føroya Sjómannadagur komandi vikuskiftið, so onkur valdi at bíða til tá, við at fara heim aftur.

##med5##

Heimi við stóra pall var alt longu avriggað, og var tað sum í sanginum: “Har summargrøna velta var, bert slokkastrúgvar spjaddir” – og bert nakrar fáar likkur flugu uppiyvir, tí einki var eftir.

##ms##

Tekst og myndir: Dávur Winther