Bátastevnan er útsett til juli

Bátastevnan í ár verður løgd saman við Fjarðastevnuni - hetta verður 9. - 11. jul

Avgerð er tikin um at útseta Bátastevnuna, sum plagar at vera í Vestmanna hvørt ár.

– Tað er støðan viðvíkjandi koronasmittuni, sum ger, at vit hava valt at útseta Bátastevnuna, skriva fyriskipararnir í kvøld.

Annars var ætlanin ,at Bátastevna skuldi vera vikuskiftið 21. - 23. mai.

Fjarðastevna verður 11. juli í Vestmanna, og tí verður Bátastevnan løgd saman við Fjarðastevnuni. Sostatt verður Bátastevnan í ár 9.-11. juli.

Fjarðarstevnan skiftir ímillum Strendur, Skála og Vestmanna, og í ár stendur Vestmanna fyri tørni.

Tey, sum hava umbiðið bátapláss, kampingpláss ella annars keypt atgongumerki, kunnu velja ímillum at fáa peningin endurrindaðan ella flyta tað keypta til í juli. Tað ber til at senda teldupost til [email protected] ella ringja til 522248, um ein vil hava peningin aftur.