Bátur fór at leka vestan fyri Kolturssund

Alt spældi væl av, og tamarhald var komið á støðuna, tá bjargingarbáturin kom á staðið

Í gjár kom ein lítil bátur illa fyri vestan fyri Kolturssund. Báturin fór at leka, tá hann sigldi inn móti landi. Viðkomandi í bátinum ringdi tí av góðum grundum til 112, og stutt aftaná var bjargingarbátur á veg at koma honum til hjálpar. 

Tað spældi alt væl av, og viðkomandi kláraði at halda lens við pumpuni hjá sær sjálvum. Lítla løtu seinni var bjargingarbáturin Rescue Lív hjá honum, og tamarhald kom á støðuna. Rescue Lív fylgdi honum til Havnar.